Saturday, July 14, 2007

Norfolk

Nu er nakad av tid farin sidan vit skrivadi seinast, so hetta verdur ikki heilt i tidarrad.

Tururin ur York til winterton-on-Sea gekk val, serliga ta havt verdur i huga "trupulleikarnar" a vegnum. Vit stedgadu hja Mc Donald, ti vit voru svong og Pall virkadi koyrisjukur. Tad var hann. Tad fyrsta hann gjordi, ta vit voru komin innum dyrnar var at spyggja a golvid. Vit otu to a stadnum. Kundu val ikki loyva okkum nakad annad. Ta vit voru farin hagani og hovdu koyrt ein til tveir timar gekk upp fyri okkum at taskan hja Kristin la eftir vit pengum, visa og telefon!
So at venda vid og finna hana aftur. Tad eydnadist. Pall tomdi magan einaferd enn a einum vendiplassi. Burtursad fra ti gekk tururin val, to at hann tok 8 timar.

I Winterton er deiliga enskt. Nasta kediligt um ein ikki er anglofil. Summarhusid hevur allar hentleikir og i bygdini tatt vid er keypmadur og pub. What more do you need!

Summarhusini hevdi verid perfekt til fleiri familjur. Her eru ikki so nogv born enn, ti skulafritidin er ikki byrjad enn.

Strondin er lekkur og stor, men vedrid hevur ikki loyvt nogvum badidogum enn. Tad er to ikki vanaligt. Hitin liggur hvonn dag um 20 stig, idag 23. So at siga altid turt, men skyggj inn imillum, sum gera at ein ikki rattiliga kann solbada.

Vit hava verid nakrar utferdir.

Vit hava vitjad Great Yarmouth, sum er ein stort tivoli a havnalagnum vit molum og spaliautomatum allastadni. Vit hava verid sunnanfyri og vitja Pleasurewood, sum er eitt rattuligt tivoli vid rutchebanum o.l. Tad var super. Bornini hugnadi sar og vit fingu eisini onkran ruchetur, sum veruliga reisti nakkaharini.

I gjar voru vit i einari Dinosaurospark vestanfyri Norvich. Tad var ein skogur vid sera godum spaliplassum, minigolf, manablimum, djorum og kempistorum dinosarum imillum trodini, sum vit skuldu ganga runt og finna. Tad var eisini gott. Veruliga nakad fyri born og foreldur.

Annars hava vit svomu, gingid tur, ligid a strondini og vitja handilsdeplar.

Vedrid hevur nu verid deiligt i tveir dagar, men hann sigur yvirskyggja i morgin, so ta fara vit nokk at finna eina svimjuholl. Hava roynt eina tatt vid, men hon var heldur kedilig.

Nu ma eg heldur fara. Vit eru inni i G. yarmouth og Kristin og bornini bida a einum spaliplassi.

No comments: