Thursday, July 17, 2008

Á Selatrað




Leygardagin vóru vit á Selatrað saman við mammubólkinum. Familjan hjá Kristiannu og Hjalmar hevur eini summarhús á staðnum. Vit hugnaði okkum við góðum mati, meðan børnini spældu í nærum turru ánni og í garðinum, har okkurt træ var stórt nokk til at klintra í.

No comments: