Nú 5 dagar eru síðani vit komu aftur úr Stóra Bretlandi, verður gjørd ein roynd at lýsa seinasta partin av ferðini og taka samanum.
Teir síðstu dagarnar í Winterton nýttu vit til m.a. at vitja Fritton Lake, ið er eitt útferðarstað, har ein kann leiga bátar og annars stuttleika sær á spæliplássinum og í hugnarliga umhvørvinum. Sama dag royndi vit at finna St. Olaves church, ið segðist vera ein kirkjutoft nevnd eftir Ólavi halga, men tó at vit funnu St. Olaves road funnu vit ikki toftina.
Eisini vitjaði vit enn eitt tivoli/djóragarð nevndur Pettits. Hetta stað lá nakað sunnanfyri Great Yarmouth, so tað var ein løta á svingandi enskum landavegum áðrenn vit komu fram, men tað var stríðið vert. Umframt alt tað vanliga tivoli "gøgli" bar til at fóðra húsdjórum og síggja ymisk eksotisk skriðdjór. Tað hildu børnini sjálvandi vera óført.
Hósdagin, 2 dagar áðrenn fráferð vóru vit á strondini. Tað var ein góður dagur, um ein líka sær burtur frá, at Halla avgjørdi at rýma meðan Rókur var heima eftir pengum, við tí úrsliti at Kristín mátta renna góðan kilometur við Páll í favninum fyri at fanga hana aftur.
Um kvøldi fóru vit á pubbina at eta. Vit sótu uttanfyri og fingu okkum búffar, reyðvín og annað gott. Sera hugnaligt.
Fríggjadagin kom regnið, sum hevði elvt til yvirflóð í Vesturonglandi eystur til okkum. Tað regnaði allan dagin, men tað gjørdi ikki so nógv, tí vit keyptu inn, pakkaðu og gjørdi klárt til at fara avstað morguni eftir. Tað var tó eitt sindur spennandi, tí vit skuldi koyra norður um Leeds og síðan snara vestureftur. Nógva staðni vóru trupulleikar vit ferðsluni orsaka av regninum, men til alla lukku sluppu vit undan.
Koyritúrurin gekk væl. Vit gistu á eini kro í Middelton. Tað er miðskeiðis millum Kirkby Lonsdale og Sedvik í Yorkshire Dales. Tað er veruliga "in the country". Kroin lá einsamøll millum spjaddar bondagarðar og sýntist eitt sindur slitin. Fyri fyrstu ferð upplivdu vit eitt stað, ið hevði tørv á einum dustsúgvara og Ajax. Tað var tó ikki verri enn so at vit bæði ótu og svóu væl í Middelton.
Morgunin eftir hildu vit leiðina fram móti Fort William í Vesturskotlandi. Hesin túrur gekk eisini væl og var eitt satt njótilsi fyri eyguni. Skotland er veruliga stórsligið.
Fort William liggur Caledonian Canal og við Ben Nevis, sum er hægsta fjall í Bretlandi. Har koma nógv ferðafólk at ganga túrar og B&B var so at siga í hvørjum húsi. Vit høvdu eitt sindur av trupulleikum av at finna okkara stað, men sum so oftani áður kom ein lokalur okkum til hjálpar. Ein gomul deyv omma sá okkum síggja heldur "lost" út, so hon helt á dyr og vísti okkum veg.
Okkara B&B lá væl fyri og var næstan pínliga ruddiligt og reint. Verturin var ein eldri damu, sum vit høvdu undir illgruna fyri at vera í so glað fyri ginn. Í øllum førum tosaði hon óført og heldur ótíðiligt so hvørt sum dagurin gekk. Men halgadoyð sum hon var blíð! Maðurin sigldi úti og børnini vóru flutt, so hon opnaði húsi fyri gestum og gjørdi góðan morgummat. Eftir morgunmatin kom arbeiðsgenta at rudda og vaska, so nakað gullnám var tað ikki talan um, meira terapi, kanska.
Úr Fort William koyrir eitt gamalt damptok vestur til Mallag, ið er ein fiskibygd á vesturstrondini. Túrurin, sum er ein dagstúrur, verður mettur sum ein av teimum vakrastu innan tokverðina, og síðan vit høvdu lovað Páll at royna eitt tok, gjørdu vit av at fara ein túr morguni eftir. Vit vistu, at tað ikki er lætt at fáa ferðaseðil, tí tokið er vorðið heimskent eftir at tað var nýtt í eini Harry Potter mynd. Eisini ynsktu vit at náa annað henda eina dagin í Fort William, og fóru tískil einans Kristín og børnini við tokinum, meðan eg fylgdi aftaná við bilininum fyri at møta teimum aftur í Glenfinnan, hinumegin kendu viaduktina, ið onkur kanska kennur aftur frá Harry Potter myndini.
Seinni sama dag vitjaðu vit Inverlochy Castle og Commando Memorial, ið er ein minnisvarði yvir sonevndar commando-hermenn, ið vandu í økjum við Fort Willliam undir seinna heimsbardaga.
Seinasti dagur í Bretlandi var ein langur dagur. Vit fóru úr Fort William um 10-tíðina og Norrøna loysti fyrst úr Scrabster kl. 02.00. So vit høvdu góða tíð.
Koyrdu eftir A82 til Fort Augustus, fram við Loch Lochy og Loch Ness til Inverness. Á vegnum steðgaðu vit við Drumnadrochit, har vit vitjaðu Urquhart Castle, sum liggur omanmóti Loch Ness og er avmynda á óteljandi postkortum. Hóast talan "bert" er um eina toft, so vóru gestirnir nógvir og umstøðurnar sera góðar. Gjørd var vakur vitjanarhøll undir jørð við biografi og framsýningum, sum greiddu frá søgu borgsins og sjálvandi café og handil við alskyns minnislutum. Kostnaðurin fyri okkum var góðar kr. 200, umframt tað, ið varð nýtt til kaffi og køkur. Tað kundu føroyingar lært nakað av.
Ferðingin víðari til Scrabster gekk skjótt og gott. Vit ótu á einum hotellið í Scrabster og frá kl. 22.00 til 01.00 sótu vit í bilinum og bíðaðu eftir at sleppa umborð. Tá kom DVD spælarin og teknifilmarnir til sín rætt. Børnini sovnaðu sjálvandi 5 min. áðrenn vit fóru umborð, so tey máttu berast í song.
Samumtikið ein væleydnað ferð. Ikki torført at koyra í vinstru síðu. Lætt at finna fram, tí alt er væl uppmerkt - ikki sum í Tórshavn, har húsvognar hvønn mánamorgum fara í ringrás kring Havnini frá kl. 06.00 til kr. 08.00, tá Havnamenn fáa eygur og vísa teimum úr býnum.
Vøkur lond, serliga Skotland, og sera blítt folkaslag. Allastaðni væl móttikin.
Veðrið eisini gott. Hóast tað regnaði nógv í Vesturonglandi og Wales, so merktu vit bert veruligt óveður tann eina dagin. Hinvegin so høvdu vit bert brennandi sól og suðurlendsk hitastig einar 3-4 dagar. Fyri tað mest var talan um turt veður, sólglottar og 20 til 22 stig.
No comments:
Post a Comment