
Í dag vóru vit, saman við minst 300 øðrum foreldur, syskjum, ommum og abbum til sjónleik í barnagarðinum hjá Hallu og Páll. Halla hevði leiklutin sum stjørna, altso eitt himmallikam og ikki ein stjørna a la Nicole Kidman, so hon hevði onga replikk. Páll hevði leiklutin sum receptionist á motellinum í Betlahem, har øll rúm vóru upptikin. Hann livdi seg fullkomuliga inn leiklutin, og púra kaldur segði hann við Mariu moy og "hanrejin" "Onki pláss"
No comments:
Post a Comment