
Veðrið hevur verið avbera gott her í FO yvir hátíðina. Og nú er síðsti dagur av jólaferiuni, sum annars hevur bjóðað uppá samveru og hugna. Tað er deiligt at náa at trappa heilt niður onkutíð, vit hava øll 4 nýtt tað, og hava ikki hug at tað skal enda.
Í dag smurdu vit matpakka og fóru fyrst í viðalundina og góvu dunnunum breyð. Dunnurnar ganga ivaleyst svangar alla vikuna, fyri síðani at blíva yvirfóðraðar sunnudagar, tá aðrar familjur fáa sama frálíka hugskot og vit.
Aftaná lá leiðin til spæliplássið í Gundadali. Børnini elska klatriborgina har og vit fingu tey næstan ikki heim aftur við okkum. Tað var kalt, men sera deiligt veður. Vit hava nýtt hendan dagin.
No comments:
Post a Comment