

Sum tað framgongur, verður bara longur og longur ímillum, at vit leggja nakað á út bloggin, tíverri. Orsøkin er Facebook, sum tykist fara við allari nettíðini í løtuni.
Okkurt annað hendir tó. Dagurin í dag var næstan summarkendur. Sólin skein frá morgunstundini av. Vit vóru ein túr í Sandagerði og seinni trillaðu Astrid og Rókur ein túr gjøgnum býin, meðan restin av familjuni var í svimjuhøllini. Men heit var tað ikki, ikki enn.
No comments:
Post a Comment