Monday, October 5, 2009

Við hús í dag


Í dag eru Astrid, Páll og Rókur við hús. Páll hevur verið sjúkur síðan leygarmorgun, tá hann gjørdi vart við, at hann gjørdist trongur, tá børn og foreldur hitaðu upp á AB vøllinum í sambandi við at uttandura fótbóltsárið endaði. Tað vísti seg at hann hevði 39 hitastig, og síðani hevur hann stríðs við ein ljótan hosta, sum læknin fer at lurta eftir kl. 15.00 í dag.


Astrid, hon er ikki sjúk, men av einihvørjari orsøk vildi hon als ikki sova í nátt, so vit vaksnu vóru gott í ørviti í morgun. Nú hevur hon sovið 3 tímar í vogninum og lagið er super.

No comments: