Í morgun koma vit norður aftur eftir 3 góðar og mettandi páskadagar á Tvøroyri (telja skírstórs- og langi fríggjadagur við í páskirnar?). Børnini vónaðu at lembingini var byrjað, men so var ikki, og gott var tað, tí har var bæði kavi og kuldi. Í staðin fann omman eina gás í boksini, ið átti at verið etin á jólum. Hon gleið væl niður.
No comments:
Post a Comment