



Sunnudagin 2.mei bleiv endliga hampuligt veður. Halla og Páll vóru við klassanum ein dagin við okkurt vatn omanfyri Hamarin. Páll heldur at tað eitur Ljósahavið, so hervið eitur tað so. Eg lovaði Hallu at vit skuldu fara aftur tá ta veðraði. Sólin skein, men tað var forb..... kalt, so vit steðgaðu ikki leingi har. Men ein deiligur túrur, avgjørt. Aftanfyri Páll á fyrru myndini sæst hvussu langt er liðið við nýggja Argjaskúla. Halla var sindur fornermað júst tá, hon vildi gang ein annan veg enn vit hini. Tí er hon ikki við á teimum myndunum. Men hon er eins og pápi sín, skjót upp og enn skjótari niður aftur.
No comments:
Post a Comment