Wednesday, May 23, 2007

Vitjan í Stóra Dímun




Tann 13. apríl vóru vit á vitjan í Stóra Dímun, har Linda gumma og Jóhan Petur skulu vera húskallar til 1. mars 2008. Vit vitjaðu frá fríggjadagi til sunnudag, og tó at pabba ikki dámdi nakað serligt at fara í tyrluna, var tað ein hugnaligur og góður túrur hjá bæði vaksnum og børnum. Serliga stuttligt var at spæla við øll djórini har úti. Har vóru kálvar, gásaungar, seyðahundar og KANINIR!

Síðan túrin í Dímum hevur pabba verið undir stórum trýsti at keypa kaninir.

Onnur myndin er av Halla og Rannvá L, meðan hin er av Lindu gummu, Rebekku, Rannvá L, Páll og Hallu, umframt søluleiðaranum hjá Wenzel.

No comments: