So er hvítusunna farin afturum og harvið seinasti frídagur áðrenn jól. Ólavsøka er sunnudag.Vikuskiftið var ikki so galið. Fríggjadag var Rókur til veitslu saman við miðfyrisitingini á Hotel Føroyum. Hann var í fyrireikingarbólkinum, so hann var noyddur at fara, tó at hann heldur lítið um slíkt rukkulív!
Leygardag vaskaðu vit tún og vindeygu, og um kvøldi gisti Karolina, syskinabarn Halla og Páll hjá okkum. Í tí sambandi bakaðu Halla og Rókur eina kaka.
Sunnudagurin er jú til hvíld, so tá svóvu vit, koyrdu biltúr og sóu teknifilm (Vaskaðu eisini bil, hóast tað var hvítusunna, ups!).
Mánadagin vóru vit ein túr í haganum omanfyri Reynsgøtu. Tað var hugnaligt, men forb..... kalt. Seinni fóru Páll og Rókur til fótbóltsdyst millum AB og VB/Sumba, meðan Halla og Kristín vitjaði vitjaði Allan og Malan.
Um kvøldið vitjaði Kesia inni hjá okkum og spældu vit djórahotel.
Um tað ljóðar sum "den rene idyl", so kann eg boða frá, at vit eisini funnu tíð at skeldast vaksin vs. vaksin, barn vs. barn og vaksin vs. barn. Eg vann hvørja ferð!




No comments:
Post a Comment