Thursday, January 31, 2008

Ódn, kavarok og streymslit

Havnin er hvít, men Havnin er myrk. Tað er nevniliga kolandi stormur, høgætt og rættiliga nógvur kavi.

Stormurin hevur leikað í allan dagin og streymurin er farin fleiri staðni.

Ringast sigst vera í Gøtu, men skaðar eru kring alt landið. Á sjónum leikar eisini hart á. Vegurin yviri við Strond er stongdur vegna brim og í Skálavík eru fleiri bátar farnar.

No comments: