Kristín, Halla, Páll og undirritaði ynskja øllum eitt gott nýggjár.
Vit vóru heima á Argjum nýggjársaftan. Ætlanin var at fara suður, men av tí at Halla hevur fingið "skoldkopper", kenni ikki føroyska heiti, avgjørdi vit at verða heima við hús. Tað var bara hugnaligt. Vit ótu ein góðan døgurða og brendi nakað av fýrverki av, til stóra fragd hjá Páll og Hallu. Á midnátt komu Halla og Klæmint framvið og notið løtuni saman við okkum á altanini. Havnin er rættiliga vøkur eitt slíkt nýggjárskvøld við góðum veðri, og eftir øllum at døma ótømandi fíggjarligari orku, tá tað snýr seg um at keypa fýrverk.
No comments:
Post a Comment