Í vikuskiftinum vóru vit í Suðri og vitjaði. Tað var stak hugnaligt og fult av upplivingum. M.a. royndi Halla at sita á hesti og nú ger hon sjálvandi krav uppá slíkan.
Sunnudagin var tunnusláttur umborð á danska verjuskipinum Hvidbjørnen. Hesum hava verjuskipini skipað fyri seinastu 50 árini, ella so. Á tyrludekkinum vóru 4 tunnur, s...fullar av slikki, sum børnini slóu, býtt eftir aldur og kyni. Halla gjørdist kettudrotning, men tað var eitt sindur snýt. Av tí, at hetta var umborð á verjuskipinum, har jú alt gongur eftir klokkuni, gjørdist manningin ótolin og tískil royndi teir at loysa eina gjør, við tí úrsliti at botnurin fór. Seinasta at sláa tunnuna var Halla og var hon sostatt tilnevnd drotning. Glað var hon og øvundsjúkur var Páll, men tað uggaði at lummarnir vóru á tremur við karamellum.
Vinningurin var ein túrur við tyrluni frá pallinum í Froðba kring fjørðin, sum mamma og dóttur hevði stóra gleði av.
1 comment:
wwwauhhh - eg eri slett ikki øvundsjúkur ;-)
Post a Comment