
So orkaðu vit ikki longur at stríðast við okkara gamla 21"" Samsung sjónvarp frá 1992.
Eftir at hava veitt undirhald á tveimum bústøðum á flatlondum og trimum heima á klettunum, byrjaði litirnir at kámast. Tá sjónvarpið sjálvt avgjørdi at liturin hvítt ikki longur var partur av palettini, men býttur um við grønt, avgjørdi vit at veita virkna deyðshjálp og hálaðu vit tískil stikkið úr.
Avloysarin bleiv eitt av somu ætt. Eitt Samsung LE32R98, sum vit ognaðu okkum á útsølu hjá EL-IN í Klaksvík.
Og tað er "kremar", sum tey vist nokk siga har norðuri.
1 comment:
Til lukku með frímerkið
Post a Comment