




Hetta vikuskifti hava vit verið í summarhúsi við Gjógv saman við Ann Siri, Fróða & børnunum.
Vit leigaðu eini hús gjøgnum kunningarstovuna. Tey lógu væl fyri, vóru gomul og hugnalig, men sum so oftani við slíkum gomlum húsum, vóru umstøðurnar at sova ikki tær bestu.
Tíðin gekk við at spæla í ánni, eta væl og spæla Risk, sum Ann Siri vann bæði kvøldini.
Sunnudagin, tá vit komu til húsar, bleiv Páll sjúkur og byrjaði at spýggja, júst eina viku eftir at Halla var gjøgnum tað sama.
No comments:
Post a Comment