Monday, January 4, 2010

Festligt nýggjár!




Gamlárskvøld vóru vit fimm bjóðaði til gummuna hjá Astrid, Ann Siri og familju fyri at feira innkomuna í 2010. Tað var stak hugnaligt og vit blivu vartaði í høvd og r....

Aperitif = "moscow mule". Fyrst ótu vit forrætt, kalvasalat á la Bárður Enni, við heimabakaðum knekkbreyði og italienskari champagnu. Høvuðsrætturin var stokt íslenskt og føroyskt lambstjógv, við bakaðum rótfruktum, sós og reyðvíni. Til børnini hevði gumman gjørt flott sjálvtøkuborð, pinnamat harímillum. Aftaná var tíð at fara og hyggja at bálinum á Norðasta horni og skjóta nakrar rakettur saman við børnunum. Omaná fingu vit irish coffee og baily-fromagu dessert,...mmmm. Á midnátt fóru vit vaksnu út og skálaðu í champagnu og royndu at kika oman móti Havnini, har tað stóra fýrverkarí-showið fyrigekk. Alt í alt, eitt superkvøld saman við góðum vinum:)

No comments: