Thursday, January 28, 2010

Summarferðin bíløgd















So er ferðin til Íslands bíløgd. Farið verður 21. juli og heimkoman er 13. august. Byrjað verður í Akureyri í 3-4 dagar. Síðan koyra vit suðurum og út í oyggjarnar, har vit skulu í føðingardag hjá ava Hørði og Margret, samstundis sum Tjóðhátíð er um vikuskifti. Sum skilst er tað ein størri veitsla a la ólavsøku og summarfestival í einum. Eftir góðari viku í oyggjunum fara vit í summarhús tætt við Gullfoss, Geysir, Laugarvatn o.ø. áhugaverd støð. Húsið liggur við bóndagarð og er partur av "konceptinum" at man er millum neyt, hestar og hundar. Nakað, sum Halla fer at trívast væl við. Síðan verður koyrt heim fyri sunnan við tveimum gistingum, sum ikki eru komnar á pláss enn. Ætlanin er at gista eina nátt tætt við Skaftafell, men alt tykist at verða bílagt, og eina nátt tættari við Seyðisfjørd.


Myndin er av summarhúsinum.


1 comment:

Rasmus said...

Ljóðar lekkurt - og tíðspunktið er perfekt - kanska vit síggjast í Føroyum áðrenn tit ríma...