Okkara næsta vitjan á Stóra Fiskadegnum í Dalvík eydnaðist væl. Har vóru fólk í túsundatali og nógv gott at smakka, um ein dámar sjógæti væl at merkja. Vit fylgdust við Sonju og Kjartan í góðveðri og nýttu tað sum var í boði. Ókeypis fiskamatur, harímillum borgarar og plukkfiskur, slikkipinnar, cola, vatn og kaffi. Har var dúkkuteatur, tónleikapallur, framsýning av partering av illa luktandi hávi, framsýning av klæðum gjørt úr reindýraskinni og fiskaskræðu (ótrúliga flott, dámi best tann gull-litta:), fótbóltstelt o.s.fr.
No comments:
Post a Comment