Saturday, August 13, 2011

Útilega í Ásbyrgi










Sonja og Kjartan bjóðaðu okkum at læna teirra tjaldvogn, so vit fingu møguleikan at fara okkara fyrstu útilegu (camping). Vit koyrdu til Ásbyrgi, sum hevur góðar umstøður til tílíkt. Har er eisini sera vakurt og søgnin sigur at Ásbyrgi er komið av hestahóvinum hjá Sleipnir, hest Óðins. Formarnir á klettunum líkjast einum hestaskógvi. Møguligt var at fara nógvar gongutúrar í hesum fantastiska vakra øki, men lítla Astrid avmarkaði tað hesu ferð. Men okkurt sóu vit kortini. Eisini fingu vit roynt vikingaspælið. Tað snýr seg um at kasta nakrar pinnar eftir kubbunum hjá hinum partinum, uttan at velta kongin. Halla var nokk tann besta av okkum 5 til tað.

No comments: