Tuesday, June 5, 2007

Summarútferðin 2007
























Fríggjadagin, hin 1. juni 2007 var ætlanin at Innlendismálaráðið skuldi fara við báti út á Stóra Dímun á sína árligu summarútferð. Farið var av Gomlu rætt kl. 09.00 við Froyur, men eftir at hava siglt í góðan ½ tíma varð orsaka av mjørka avgjørt at fara til Mykinesar ístaðin. Tað var røtt avgerð at taka. Sum myndirnar sýna var har sól og summar. Á heimferðini varð farið vestur um og suður gjøgnum Vestmannasund.

No comments: