



So eru bert 14 dagar eftir til familjan 3 x Tummasarson og 1 x Baldvinsdóttir koyrir sín blá/gráa Berlingo umborð á Norrønu, og byrjar sín UK Tour 2007. Sum kunnugt er málið Winterton-on-Sea, ið liggur í landslutinum Norfolk, tvs. í Eysturonglandi. Nærmasti býur er Great Yarmouth, ið liggur fáa km sunnanfyri, og sum kendur og rættiliga "typiskur " enskur ferðavinnubýur við "piers" og øllum tí, sum har til hoyrir.
Vit hava leiga eina sonevnda chalet, ið væl nærmast er eitt summarhús ella -smátta. Talan er um hús í fremstu røð á myndini við 2 kømrum, stovu, køki, vesi/bað og terassu. Annars sær ferðaætlanin soleiðis út: 1 gisting í Inverness, 2 gistingar í Edinburgh, 2 gistingar í York, 14 gistingar í Winterton-on-Sea, 1 gisting í Kirkby Lonsdale og 2 gistingar í Fort William.

No comments:
Post a Comment