Monday, June 11, 2007

Oyndarfjørður og Vatnsdalur



























Í vikuskiftinum vóru vit saman við Hallu og Klæmint í summahúsinum hjá Helgu í Oyndarfjørði. Hetta vóru bestu summardagar higartil í ár. Leygardagin baðaðu við sól á altanini, og seinni, tá hon var farin vesturum, á trappuni. Sunnudagin var veðrið eins gott, so tá gekk leiðin niðan í Vatnsdal (enn ein Vatnsdalur, teir gomlu hava ikki lagt høvdið í blot, tá teir góvu staðarnøvn!). At byrja við var Páll eitt sindur ónøgdur við at ganga, men tað gekk yvir, og sum myndirnar sýna stuttleikaðu børnini sæt óført í vatninum. Vit vaksnu, ja vit slikkaðu enn meira sól og tosaðu um hvussu vandamikið tað er.










No comments: