
Eftir at hava savnað mót og megi í áravís, er endiliga farið undir at gera kjallaran.
Lagt er fyri við at grava tilfar av planeringini, sum er í meira lagi, um hóskandi nøgd av bjálving skal fáast undir gólvið, serliga har ætlanin er at hava gólvhita. Tað er eitt hestaarbeiði við hjólbøru, krákunevi og spaka, men Halla og Páll hjálpa væl til.
Hvussu kjallarin skal innrættast er ikki vist enn, men av tí, at vit illa fáa flutt trappuna, uttan umfatandi umbygging á miðhæddini, eru møguleikarnir avmarkaðir nakað. Málið er tó tvey barnakømur, hjúnarrúm, baðirúm, klæðnarúm og vaskikjallari/fýrrúm. Nakað sum á tekningini.
1 comment:
Uhaa - stórt projekt!!!
Kanska tit skuldu deilt tad upp í byggistig.
Eg havi 13 byggistig til eitt WC :-)
Post a Comment