
Í gjár var so aftur ein føðingardagur í familjuni og var úrslitið m.a. eitt atgongumerki til Bryan Adams konsertina á Skálatrøð í summar og anlitsrøkt..... so kunnu tit gita hvørt hevði føðingaradag.
Annars hildu vit føðingardagsvikuskifti saman við Hallu og Klæmint í summarhúsinum hjá Helgu í Oyndafjørði. Tað var deiliga friðaligt og avstressandi. Góður matur, sjavs og so hugdi vit eisini at "An inconvenient truth" hjá Al Gore. Hóast filmurin luktar nakað av propaganda, so fær hann tað at renna kalt eftir rygginum, og ikki minst ein at undrast yvir, at amerikumenn valda eina stamandi neytadrong fram um henda væltalandi og eftir øllum at døma gløgga grøna mannin.
1 comment:
Til hamingju með afmælið í gær Kristín og hamingjuóskir til Róks með afmælið um daginn...... gaman að geta fylgst með ykkur..... :)
Kveðja Gulla og Hulda
Post a Comment