
Hvussu kjallarin skal innrættast er undir støðugum kjaki, men fyribils halda vit, at hetta er eitt gott uppskot og verður tí arbeitt víðari við bjálving og fyrireikan av gólvhita og stoyping við hesi tekning sum fyritreyt. Broytingin er, at hjunarrúmið er gjørt minni og barnakømurin eitt sindur størri. Somuleiðis eru tveir skjótihurðar komnar millum gongd, kjallara og klædnarúm. Júst hesin parturin er nokk tann mest óvissi. Skal ein ganga gjøgnum kjallaran fyri at koma í klædnarúmið, øvugt ella skulu vit nýta enn meira pláss til gongd?
No comments:
Post a Comment