




Orsøkin til at vit leitaðu til Vestmannaoyggjarnar, var í tilevni av at kæri abbi mín, Hørður fyllir 75 ár tann 4.oktobur í ár. Fyri at vit, sum eiga skúlabørn, høvdu møguleika at feira tað við honum, hildu hann og Margrét føðingardagin í summarferiuni. Dagurin byrjaði við at Smári fór við okkum ein sightseeing-túr við báti í onkra hellir. Síðani bjóðaðu hann og hansara superkoa, Sigurlína, uppá grill, heima í teirra hungalliga heimi. Sikke eitt yvirskot sum tey altíð vikra til at hava! Um kvøldið lá leiðin í Oddfellow, har góð familjusamvera og superlekkur matur (lundi og hummari í forrætt, saftigt lambakjøt í høvuðsrætt og sjálvandi lekkran eftirrætt) var á skránni. Nógv bleiv sungið, onkur røða, videoheilsur og ein persónligur sangur yrktur til abba, og sungin av systnabarninu Herði. Alt í alt, eitt gott kvøld.
No comments:
Post a Comment