





Rókur fann eini deilig summarhús við Laugarvatn, har vit slappaðu av tá síðstu vikuna av summarferiuni. Summarhúsið hoyrdi til ein bóndagarð har vit sluppu at vera við til mjólkingina. Halla kendi seg sjálvandi heima í fjósinum og gekk um, sum um hon aldrin hevði gjørt annað. Vit vóru heppin við veðrinum, vitjaðu nógvar svimjihyljar og vitjaðu tey støð sum skuldu vitjast har á slóðum. Eisini gavst møguleiki at pilka ber, kráku- og bláber. Børnini pilkaðu meir enn vit orkaðu at eta. Og eg haldi ikki eg lúgvi, tá eg sigi, at heiti potturin var brúktur hvønn dag. Øll við virðing fyir sær sjálvum (og hava jarðhita) burdi havt ein heitan pott!
No comments:
Post a Comment