




Eg (Kristín) var hvørt summar í Vestmannaoyggjunum og vitjaðu ømmu og afa í uml. 10 summur. Hesi summur vóru deilig og minnini eru nógv góð. Men vit rímdu altíð til tjóðhátíð, so eg havi aldrin upplivað at verið við. Nú var so møguleikin, og nú skilji eg ommuna og abban væl, at tey ikki tímdu at vera í oynni, tá eitt barn var á vitjan. Innrásin inn í hesa annars róliga og fámentu oyggj (uml. 4000 íbúgvar) byrjar longu mikudag og varar í næstan 1 heila viku. Met var í fjølda av festivalgestum, uml. 17.000 atgongumerki blivu seld og meginparturin var ung og festlig ung ballingarfólk,...fit, men ikki serliga friðarlig. Tey flest vóru praktiskt ílatin, í lopatroyggjum og oljubuksum, stuttligt at síggja. Barnatiltøk vóru um dagin og íslendskur musikkur var at hoyra frá 20:30 til kl. 4:00, við hæddarpunkti á midnátt, fríggja- leygar- og sunnunátt, við brennu, flogeldum, og felagssangi. Eitt ógloymandi upplivilsi,...tað vit fingu við altso, tí vit tímdu ikki at draga børnini aftaná okkum á mðjari nátt. Ein skal helst fara tílíkt uttan børn haldi eg ;)
No comments:
Post a Comment