Saturday, August 14, 2010

Við Jøkulsáarlón








Næstsíðsta yvirnátting var við Hof í Øræfum (undir Vatnajøkli), sum er í tjóðparkini við Skaftafell. Har var serligt og vakurt og sjálvt um veðrið minti um tað føroyska summarveðrið, nýttu vit øll koyritúrin um Suðurlandið. Vit steðgaðu til myndatøku har heimskendi Eyjafjallajøkul er í bakgrundini og við Seljalandafoss. Síðsta dagin brúktu vit í Egilsstøðum í "sól og blíðu" og har fóru vit eisini ein síðsta svimjitúr. Túrurin heim við Norrønu var góður, sjálvt um tað var rættiliga keðiligt at enda feriuna við at vera vakt kl. 2:30 um náttina, fyri at koyra í land kl. 4:30. Veruliga klikkað tíð at koma í land!!! Men, alt í alt,...ein góð feria ;)

No comments: