Saturday, August 14, 2010

Endiliga summarferia!
















Tiltrongd summarferia byrjaði 3. viku í juli. Vit komu til Íslands við Norrønu í góðveðri, sum var tiltrongt eftir vánaligt summar her í FO. Á vegnum støðgaðu við við Hverir, sum Páll helt lugta nakað illa. Seinni fann hann útav, at heita vatnið so at siga alla staðni á Íslandi lugtar soleiðis. Vit yvirnáttaðu hjá Sonju mostir og familju. Halla hevur jú longst so illa eftir Kjartan, síðan tey vóru og vitjaðu her í FO fyri 1½ ári síðani. Tey vóru fult í gongdi við hoyskapin, men funnu kortini tíð og orku, til at forkela okkum í allar kantar. Halla rann beint inn i fjós til kálvanir, Sonja og Ásta Margrét grillaðu til okkum, og børnini endaðu kvøldið í heita pottinum. Stór succes! Eg sat til út á nátt, yvir reyðvínsglasi við Sonju, Ástu Margrét og Andreu, snakkaðu um gamlar daga og fnisaðu ;) Dagin eftir sluppu Páll og Halla at hjálpa Kjartani sindur við hoyskapinum, áðrenn vit koyrdu til Akureyri.

No comments: