

Vit tóku alt ov fáar myndir á Akureyri, eg haldi vit høvdu so nógv at gera, at vit gloymdu tað! Vit støðgaðu við Goðafoss á veg til Akureyri og inkvarteraðu okkum so í fittu íbúðini hjá ommu Ástu í Vesturhlíð. Vit vóru bjóðaði at eta, bæði hjá Raggu og Huldu og annars var okkurt á skránni alla tíðina. Eg náddi at hitta nakrar av mínum bestu vinkonum og munnurin stóð ikki stillur í teir 3 tímarnar vit goggaðu;) Stuttligt at tað ber til at hittast 1-2 ferðir í 10 ár, og onki er broytt. Tað var so deiligt at síggja øll hesi pragtfullu fólk aftur, familju g vinir. Hvørja ferð verði eg klár yvir, at tað gengur alt ov long tíð imillum at vit síggjast! Næstu ferð,......!?!
No comments:
Post a Comment