Saturday, August 14, 2010
















Nógv er at síggja á Heimaey og serliga eldgosið hugtekur børnini, og okkum! Vit gingu upp á Eldfell, sum va tað fjall sum goysti 23.januar 1973, tá foreldrini og ommurnar og abbarnir hjá mær blivu evakueraði við trolarum, mitt á nátt. Mamma var við barn (mær) og 2 mánaðar restaði í, annars hevði eg verið fødd harúti. Tað var eitt sindur strævið at ganga upp har, ongin gróður og ring at finna fótafesti. Tað vantaði bara tað allarsíðsta at koma á ovastu rók, tá vendu vit við, tí har var ein ungur maður á knøunum frammanfyri síni kæru, har hon hareftir hoppaði um hálsin á honum. So hava vit upplivað tað! Vit vóru eisini í Klauf, har var eg ofta við vinkonu míni sum barn.

No comments: